Um okkum

Um okkum

Ian Rasmussen keypti sín fyrsta lastbil í 1972. Tað var ein Scania 80 við fastari last og 10 tm krana. Í 1976 keypti Ian lastbilin hjá verðfaðir sínum, Menning Geyti, sum var byrjaður við lastbilum beint eftir kríggið eftir at hava siglt í nógv ár.

Menning byrjaði í 1950 við einum Bedford lastbili, sum hann skifti út við ein Austin síðst í 50 árunum. Í 1965 keypti Menning tann fyrsta Scania Vabis, sum hann hevði í 3 ár, og sum sonurin Helgi Geyti keypti, og Menning keypti so ein annan Scania 80 uttan krana.

Í 1972 keypti hann so sín síðsta Scania 85 við krana, sum Ian og Bergtóra, dóttir Menning, so keyptu í 1976.

Eisini keypti Ian lastbilin hjá pápa sínum, sum eisini hevði lastbil og maskinur. Tað var uml. í 1980.

Eftir at hava keypt bilin hjá Menningi komu so fleiri og størri bilar inn í fyritøkuna, fyrst ein 3 akslaður Scania 140 við vippulast, og í 1979 kom so ein 3 akslaður Scania 111 við einum 19 tm Hiab krana og vippulast, og tað var stórt í 1979.

Í 1982 keypti Ian so sín fyrsta trailara, og tað var ikki vanligt í 1982. Síðani hevur tað bara voksið við bilum, og eitt skifti vóru tað 23 bilar. Fyritøkan hevur altíð havt ymiskar bilar og sostatt kunna flutt stórt sæð alt.

Í oktobur 2011 keypti Rasmus fyritøkuna, og koyrir hann hana við 20 bilum. Har finnast bæði stórir og smáir kranabilar frá 22 tm til 92 tm, dumparar av øllum slag, bilar til flutning av asfalti, lastbilar og trailarar til maskinflutning, bingjuflutning og mangt annað.

Rasmus og konan Marjun reka fyritøkuna í dag.

Fyritøkan bjóðar seg fram til allan flutning.

Í 1950 byrjaði Menning Geyti við einum Bedford lastbili. Hetta var beint eftir kríggið og eftir, at hann hevði siglt í nógv ár. Hendan bilin skifti hann út við ein Austin síðst í 50'unum.

 

Í 1965 keypti Menning tann fyrsta Scania Vabis, sum hann hevði í 3 ár. hendan keypti sonurin Helgi Geyti, og Menning keypti so ein annan Scania 80 uttan krana.

 

Í 1972 keypti Ian Rasmussen sín fyrsta lastbil. Hetta var ein Scania 80 við fastari last og 10 tm krana. Menning keypti sín síðsta Scania í 1972, sum Ian og Bergtóra, dóttir Menning, so keyptu í 1976.

 

Fleiri bilar komu til fyritøkuna. Fyrst ein 3 akslaður Scania 140 við vippulast, og í 1979 kom ein 3 akslaður Scania 111 við einum 19 tm Hiab krana og vippulast. Hetta var stórt í 1979. Ian keypti eisini bilin hjá pápa sínum, sum eisini hevði lastbil og maskinur. Hetta var umleið í 1980.

 

Í 1982 keypti Ian sín fyrsta trailara. Hetta var ikki vanligt í 1982. Síðani hevur tað bara voksið við bilum og eitt skiftið vóru 23 bilar.
Í 2011 keypti Rasmus Rasmussen, sonur Ian og Bergtóru, fyritøkuna. Í dag eru 20 bilar, bæði stórir og smáir kranabilar frá 22 tm til 92 tm, dumparar av øllum slag, bilar til flutning av asfalti, lastbilar og trailarar til maskinflutning, bingjuflutning og mangt annað.