Ruskinnsavning og Coronavirus

Ruskinnsavning og Coronavirus

Tað er nógv, ið bendir á, at coronavirusið kann yvirliva eina rúma tíð uttanfyri mannakroppin á yvirflatum úr t.d. plasti ella jarni. Hjá ruskinsavningini hjá Tórshavnar kommunu eru vit noydd at gera alt vit kunnu, fyri at innsavningin hjá okkum kann halda fram ótarnað. Tí vilja vit heita á borgarar í kommununi um at fylgja hesi tilmælum:

  • Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. Vit viðmæla at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.
  • Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri.
  • Hugsið um reinførið, tá ið tit binda um gráa posan.
  • Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.
  • Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vilja vit staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.